Kongavarði samtyktur

Kongavarði samtyktur
Bara 48 íbúðir verða bygdar undir Kongavarða á Argjum, ikki 96 sum upprunaliga ætlanin var
Uppskotið um serstaka byggisamtykt fyri økið undir Kongavarða er eisini tikið aftur. Alt hetta samtykti Tórshavnar býráð í gjárkvøldið
 
31.10.2019 - 12:14

Felagið, sum ætlar at byggja íbúðirnar, fær 6.700 fermetrar frá Tórshavnar kommunu aðrastaðni fyri 3.800 fermetrar undir Kongavarða.

Har skulu so tær 48 íbúðirnar, sum ikki verða bygdar undir Kongavarða, byggjast. Tórshavnar kommuna eigur 6.700 fermetrar millum Horna í Havn.

Uppskot tikið aftur

Uppskotið um serstaka byggisamtykt fyri økið undir Kongavarða er eisini tikið aftur. Alt hetta samtykti Tórshavnar býráð í gjárkvøldið.

Minnilutin í býráðnum heldur ikki, at makaskiftið skal gerast soleiðis sum meirilutin ætlar. Kommunalt makaskifti eigur at gerast eftir marknaðartreytunum. 

Kommunalt lendi eigur at verða selt sambært teimum treytum, sum eru galdandi á marknaðinum, heldur minnilutin.

 >> SÍ EISINI Helvtina færri íbúðir

Skal slíkt makaskifti gerast, krevst loyvi frá landsstýrinum. Sambært kunngerð skal fastogn hjá kommununi bjóðast út alment, áðrenn selt verður.

Men víkjast kann frá hesum kravi í sambandi við makaskifti, og tá tað annars eru serlig viðurskifti, sum tala fyri, at fastognin kann verða seld uttan alment útboð.

Meirilutin í býráðnum hevur samtykt makaskiftið treytað av, at allar góðkenningar fáast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096