Borðreiddu hassjkøku til ervi

Borðreiddu hassjkøku til ervi
Sambært týska blaðnum, Deutsche Welle, gjørdist eitt ervið í Wiethagen heldur øðrvísi, enn familjan ætlaði
 
01.11.2019 - 17:08

Í staðin fyri at seta vanliga sjokolátakøku á borðið, varð borðreitt við hash-brúnkøku, og fleiri av gestunum noyddust undir læknahond.

Kanningar hjá løgreglun vísa, at leiðarin í kaffistovni, har evrið varð hildið, hevði biðið 18 ára gomlu dóttir sína baka køkur til ervið. Umframt at baka køkur, sum skuldu borðreiðast fyri gestunum, bakaði dóttirin eina eyka køku, - og henda køkan hevði serliga tilfarið - kannabis.

Uttan at gáa um tað, borðreiddi mamma tannáringin køkuna fyri fólki í ervinum.

Ervið gekk sína vanligu gongd til fleiri av gestunum brádliga fóru at klíggja og vildu svíma. Rúsurin var so sterkur, at 13 av teimum, sum syrgdu, - eisini einkjan, noyddust í medisinska viðgerð eftir at hava etið køkuna.

Sambært talsmanninum fyri løgregluna, Christopher Hahn, tók mamma tannáringin skeiva køku uttan at tosa við dóttrina, og tað er púra greitt, at køkan varð ikki bakað til ervið. 

Hetta hendi í august, men í virðing fyri teimum, sum syrgdu, er hendingin ikki almannakunngjørd fyrr enn nú. Týska løgreglan kannar nú málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595