Pensjón, skattur og strandfaraskip í tingið

Pensjón, skattur og strandfaraskip í tingið
Framløga er á skránni fyri tingfundin seinnapartin mánadagin
Uppskot um lógir, sum skulu koma í gildi á nýggjárinum, verða løgd fram mánadagin.
 
02.11.2019 - 09:33

Uppskot til fleiri broytingar í veitingunum til fólkapensjónistar eru á veg í løgtingið.

Sambært heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni eru trý lógaruppskot, sum øll snúgva seg um fíggjarligu viðurskiftini hjá pensjónistum, latin løgtinginum. 

Eitt lógaruppskot snýr seg um at hækka grundupphæddina og lækka frádráttarfríu inntøku-upphæddina. Eitt snýr seg um at lækka mótrokningina. Og eitt snýr seg um skattafrádrátt á 6000 krónur um árið til fólkapensjónistar.

Bara framløga er á skránni fyri løgtingsfundin mánadagin, og tí kann væntast, at hesi lógaruppskot frá landsstýrinum verða løgd fram tá. 

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum hevur arbeitt við eini loysn, ið skal geva pensjónistum fleiri pengar at liva fyri, hevur ongar viðmerkingar til málið, fyrr enn lógaruppskotini eru løgd fram í løgtinginum.

Skattalættar

Tingfundur verður seinnapartin mánadagin.

Tá er seinasti møguleiki at leggja fram uppskot um lógir, sum skulu koma í gildi 1.januar.

Til ber tó at leggja fram uppskot um lógir, sum skulu koma í gildi á nýggjárinum, um í minsta lagi 17 tingfólk geva loyvi til tess.

Nýggja fiskivinnulóggávan er millum uppskotini, sum koma á løgtingsborð um eina viku.

Nakrar broytingar í skattalógini eru eisini á veg. 

Lærlingar skulu hava størri frádrátt og, tey, sum fáast við heimavirki, skulu sleppa undan meirvirðisgjaldi og einum parti av skattinum.  

Almenn hoyring

Hetta eru einastu uppskot, sum landsstýrið hevur havt til hoyringar alment. 

Men onnur uppskot eru eisini. Løgtingsskrivstovan vil ikki siga, hvussu nógv uppskot eru komin hagar. Freistin har var á middegi mánadagin.

Tjóðveldi hevur boðað frá, at tað á tingfundinum mánadagin fer at at leggja fram uppskot til samtyktar um at endurnýggja flotan hjá Strandferðsluni. 

Tjóðveldi skjýtur upp at gera eina breiða politisku semju um at endurnýggja allan strandferðsluflotan fyri 300-350 milliónir krónur eftir nøkrum árum. 

Verður undirtøka fyri at seta 50-60 milliónir kr. av um árið, kann allur flotin endurnýggjast eftir fimm ella seks árum, sigur Tjóðveldi. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659