Lam vil styrkja samstarvið við Kina

Lam vil styrkja samstarvið við Kina
Forsetin í Hong Kong vil gera tað lættari hjá fólki at flyta til meginlandið í Kina at arbeiða
 
03.11.2019 - 09:56

Carrie Lam, forsetin í Hong Kong, fer komandi vikuna til Kina at kanna, hvussu tað kann gerast lættari hjá borgarum í Hong Kong at flyta til Kina. Tað skrivar Reuters.

Hóast ógvuslig mótmæli hava verið í Hong Kong seinastu mánaðirnar, sum venda sær í móti Kina, so ætlar Carrie Lam at styrkja samstarvið við Kina.

Hon vil gera tað lættari at flyta til Greater Bay Area í Suðurkina at búgva og arbeiða, umframt at tað skal verða lættari at flyta vørur millum Hong Kong og Kina.

Lam hevur longu hitt arbeiðsbólkin, sum skal menna Greater Bay Area í Suðurkina, tvær ferð áður. Nú skal hon so aftur samráðast við tey í Beijing. 

Tey vilja eggja ungum íverksetarum at búseta seg serliga í Greater Bay Area. Ætlanin er, at fólk skulu sleppa undan at gjalda skatt, um tey flyta higar.

Lam sigur, at hetta skapar arbeiði fyri fólk úr Hong Kong og lættir sosiala trýstið, sum er í løtuni. 

- Tá alt hevur lagt seg í Hong Kong, fer landið (Kina) at vera har fyri at hjálpa við góðum tiltøkum, serliga í Greater Bay Area, segði Lam í august mánaði. 

Greater Bay Area er ein samanseting við níggju býum úr meginlandinum í Kina, og so Hong Kong og Macau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Mikudag 25. november
Heilsuhornið
216950
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851