Løgreglan havt nógv at gera um vikuskiftið

Løgreglan havt nógv at gera um vikuskiftið
Fleiri fólk vórðu handtikin um vikuskiftið fyri harðskap, og ein ungur maður varð handtikin fyri at bróta lógina um rúsandi evni og koyra ávirkaður
 
03.11.2019 - 14:33

Løgreglan handtók seinnapartin í gjár tveir menn í Vágum. Løgreglan fekk fráboðan um, at tveir menn vóru brotnir inn í eini hús við tí fyri eyga at gera skaða á ein triðja mann, sum var í húsinum. 

So mikið álvarslig var trætan millum hesar, at knívur var á lofti. Maðurin í húsinum fekk onkran smávegis skaða, men var ikki stungin av knívinum. Ógreitt er, hvat ósemjan snúði seg um.

Báðir menninir eru avhoyrdir, og løgreglan hevur gjørt av, at annar maðurin verður grundlógaravhoyrdur, helst seinni í dag, við tí fyri eyga at varðhaldsfongslað mannin. 

Fyri uttan hetta mál, so hevur løgreglan havt nógv at gera um vikuskiftið, serliga við avdotnum fólki, larmi og harðskapi í býnum. 

Ein 18 ára gamal maður í bili, var eisini handtikin í morgun. Tá løgreglan steðgaði honum í bili, vísti tað seg, at hann hevði koyrt til Havnar, og hann hevði einki koyrikort.

Luktur í bilinum gjørdi, at maðurin fekk tikið blóðroynd, sum vísti, at hann var rúsaður av euforiserandi evnum.

Løgreglan rannsakaði bilin og fann eina lítla nøgd av rúsevnum í bilinum. Maðurin verður skuldsettur fyri brot á lógina um rúsandi evni. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. november
Vágskálin: Frá Jóannesi bónda til Frú S
216535
Mikudag 18. november
Skratsj 18. nov. 2026
216628
Mikudag 18. november
Mono 3 - Fróði Løksagarð - 181126
216627
Mikudag 18. november
Skipsboð
216603
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470