Tørva 82 milliónir krónur

Tørva 82 milliónir krónur
Grús er í maskinunum á teimum fimm framleiðsluvirkjunum hjá Landsverki. Tíggjutals milliónir koma at resta í næstu tvey árini
Verkini hjá Landsverki, sum gera skerv og asfalt, hava tørv á tíggjutals milliónum krónum næstu tvey árini
 
06.11.2019 - 12:24

Verkini hjá Landsverki, sum gera skerv og asfalt, hava tørv á tíggjutals milliónum krónum næstu tvey árini, vísir ein støðulýsing frá Landsverki, Kringvarpið hevur fingið innlit í.

82 milliónir krónur. Tað er tað, sum Landsverk hevur tørv á næstu tvey árini, fyri at halda tey fimm framleiðsluvirkini hjá stovninum koyrandi. 

Øll verkini niðurslitin

Tað sæst í einari støðulýsing hjá Landsverki, sum varð gjørd í mars í ár. Framleiðsludeildin hjá Landsverki hevur fimm framleiðslur - tríggjar av gróti og skervi og tvær av asfalti.

Størsta avbjóðingin hjá hesum virkjunum í dag er, at tey eru øll sum eitt niðurslitin. Í februar í ár var forknúsarin á virkinum á Hústoft á Lambareiði steðgaður av trygdarávum.

Landsverk skrivar í støðulýsingini, at tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn næsti steðgur er. Sambært støðulýsingini kunnaði Landsverk Samferðslumálaráðið um bráðfeingistørvin í september í fjør.

 >> SÍ EISINI Eitt nýtt verk hevði verið bíligari

Støðan á Landsverki hevur seinastu árini verið merkt av ruðuleika. Glasir kostaði 100 milliónir meira enn ætlað. H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum kostaði 152 milliónir meira enn ætlað.

Asfaltsverkið á Sundi kostaði 48 milliónir krónur hóast eitt nýtt virki hevði kostað minni enn helvtina. Og hesi trý málini eru send til fútan, ið skal taka støðu til, um ákæra kann reisast í málunum. 

Ábendingar um fleiri trupulleikar

Meðan fútin tekur støðu til tey trý stóru málini - Glasir, H-bygningin og Asfaltverkið - so eru nógvar ábendingar um, at fleiri trupulleikar eru áveg.

Útvarpið hevur fyrrapartin roynt at fáa viðmerking frá stjóranum á Landsverki, Sigurdi Lamhauge, men tað eydnaðist ikki til tíðindasendingina á døgurða.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, sigur, at hann bíðar eftir nýggjari støðulýsing frá Landsverki, áðrenn hann tekur støðu til, hvat gerast skal.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666