Fólkatalið nærkast 52.000

Fólkatalið nærkast 52.000
Fólkatalið í Føroyum vaks 875 fólk frá 1. oktober í fjør til 1. oktober í ár, ella 1,7 prosent
1. oktober búðu 51.949 fólk í Føroyum, sambært Hagstovu Føroya
 
14.11.2019 - 14:50

Nú búgva knappliga 52.000 fólk í Føroyum, upplýsir Hagstovan. Burðaravlopið seinasta árið hevur verið 280 fólk og nettotilflytingin 595.

Størsti fólkavøksturin hevur verið í Eysturoynni, Vágum og í Havn. Vøksturin var nakað minni í Norðoyggum, lítil í Suðuroynni, men eingin í Sandoynni. 

Í høvuðsstaðarøkinum vaks fólkatalið 381 fólk og 267 í Eysturoynni. Í Vágum løgdust 81 fólk aftrat og í Norðoyggjum 80 fólk.

Í Streymoynni, tá høvuðsstaðurin ikki er íroknaður, vaks fólkatalið við 40 fólkum, og í Suðuroynni 32 fólk. Hinvegin minkaði fólkatalið í Sandoyar sýslu seks fólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815