Løgreglan havt úr at gera í nátt

Løgreglan havt úr at gera í nátt
Níggju ferðir var neyðugt hjá løgregluni at senda boð eftir sjúkrabili, tí fólk vóru komin illa fyri á ymsan hátt
 
01.12.2019 - 10:03

Politiið hevði úr at gera í nátt, tí nógv jólaborðhald vóru, og av tí sama vóru nógv fólk í býnum, bæði í Havn og í Klaksvík. Løgreglan mátti í eitt veitsluhald í Klaksvík og eitt í Havn, tí aldurnar gingu ov høgt, so neyðugt var at sissa fólk.

Níggju ferðir var neyðugt hjá løgregluni at senda boð eftir sjúkrabili, tí fólk vóru komin illa fyri á ymsan hátt.

Um trýtíðina var ein maður á prutli tikin í Klaksvík, og hann var sjónliga ávirkaður av rúsdrekka. Fyri tað fær hann eina bót, men missir annars ikki koyrikortið til bil.

Fleiri fráboðanir um hýruvognar

Fyri løtu síðani varð ein maður í Havn tikin fyri at koyra við kenning, og hann kann rokna við at missa koyrikortið.

Seinastu tíðina hevur politiið fingið fleiri fráboðanir um, at hýruvognar, sum hoyra heima uttan fyri Tórshavnar kommunu, javnan koma til Havnar at koyra um vikuskiftið.

Tað er ikki lovt, tí ein hýruvognskunngerð er galdandi fyri Tórshavnar kommunu, og tann sum ætlar at koyra hýruvogn í Havn, skal hava loyvi frá komununi.

Eingin fráboðan um harðskap

Løgreglan gjørdi slíkar kanningar í nátt, og ein bilur varð tikin, og hann fær bót fyri at bróta lógina.

Annars er markið fyri hýruvognskoyringina, at bilar úr øðrum plássum kunnu koyra fólk til Havnar, og koyra tey úr aftur Havnini. Tað er ikki brot á lógina.

Hóast nógv fólk vóru úti, so hevur løgreglan ikki fingið nakra fráboðan um harðskap í nátt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576