Jeremy Corbyn leggur frá sær

Jeremy Corbyn leggur frá sær
Formaðurin fyri bretska arbeiðaraflokkin, Jeremy Corbyn, hevur í morgun boaðað frá at hann leggur frá sær
 
15.12.2019 - 13:59

Stórsigurin hjá flokkinum hjá Boris Johnson, Konservativi flokkurin, tann 12. december, kostaði Labour dýrt, og beint eftir valúrslitið segði Jeremy Corbyn seg vera keddan um úrslitið.

Labour misti yvir 50 sessir í valinum, sum var ein sonn marra fyri arbeiðaraflokkin, og í dag hevur fráfarandi formaðurin so biðið um umbering, og leggur frá sær í opnum brævði til miðilin Sunday Mirror.

Í brævinum sigur hann seg tó enn standa við, at Labour fór til val við einum boðskapi um vón, heldur enn eini ræðuherferð, og at Labour fer at læra av ósigrinum hósdagin og vinna álitið hjá arbeiðarastættini aftur, tí flokkurin umboðar tey, sigur Jeremy Corbyn í opna brævinum til Sunday Mirror, har hann tekur ábyrgdina av vánaliga úrslitinum, og leggur frá sær.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858