Uppsagnir ávirka ikki løgregluna í Føroyum

Uppsagnir ávirka ikki løgregluna í Føroyum
240 størv í ríkisløgregluni verða løgd niður í ár, tí Bakmanspolitiið skal styrkjast
 
14.01.2020 - 10:14

Tað ávirkar ikki starvsfólkahópin í Føroyum, at danska ríkisløgreglan leggur  240 størv niður í ár.

Tað sigur Michael Boolsen, fúti.

Tilsamans 2.000 fólk arbeiða hjá Ríkisløgregluni.

Lønarútreiðslur til 90 størv verða fluttar til at styrkja Bakmanspolitiið, sum fevnir um Statsadvokatin fyri serlig fíggjarlig og altjóða brotsverk, stytt Søik.

Eisini skulu 150 størv í ríkisløgregluna leggjast niður. 

Hetta verður gjørt, nú fleiri uppgávur verða lagdar út til tey 12 løgregluøkini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444