Heykur og Falkur fáa helst bót

Heykur og Falkur fáa helst bót
Partrolararnir Heykur og Falkur fara helst seinni í dag at fáa eitt sektaruppskot frá Vørn.
 
19.01.2020 - 09:54

Tað var í gjár um 14 tíðina, at vaktar- og bjargingarskipið Tjaldrið kom á Havnina við báðum partrolarunum. Orsøkin er, at illgruni er um, at bæði skipini hava fiskað ólógliga á stongdari leið norðanfyri Fugloynna.

Vørn og løgreglan høvdu fólk umborð á skipinum í gjár, har meting varð gjørd av veiðuni og útgerðini. Umframt, at Heykur og Falkur kunnu væntað sær eina bót, verður eisini ein partur av virðinum av veiðuni tikin inn, sigur Vørn.

Fáa Heykur og Falkur eina bót, skulu teir rinda hana ella stilla garanti fyri bótarupphæddini, áðrenn teir sleppa at loysa frá kei aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. mai
Morgunlestur leygardagur 23.mai 2026
208382
Fríggjadag 22. mai
Vikuskiftið 23 mei 2026
208733
Fríggjadag 22. mai
LEITISSTEIN 22.05.2026 (Marianna Winter)
208727
Fríggjadag 22. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Marianna Winter
208713
Fríggjadag 22. mai
Morgunlestur fríggjadagur 22.mai 2026
208381
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611