Framburðsflokkurin farin úr norsku stjórnini

Framburðsflokkurin farin úr norsku stjórnini
Bikarið rann yvir, tá ein kvinna, sum er skuldsett fyri yvirgang, slapp heimaftur til Noregs, sigur politiski leiðarin í Framburðsflokkinum
 
20.01.2020 - 15:02

Framburðsflokkurin hevur tikið seg úr norsku stjórnini.

Orsøkin er, at ein 29 ára gomul norsk-pakistansk kvinna, sum hevur verið í Sýria, slapp heimaftur við tveimum smáum børnum.

Kvinnan hevur havtsamband við Islamskan stat. Maðurin stríddist fyri IS, og hon er sjálv skuldsett fyri yvirgang.

Stjórnin gav henni loyvi at koma aftur til Noregs.

Bikarið rann yvir

Siv Jensen, politiskur leiðari í Framburðsflokkinum, sigur, at flokkurin hevði einki ímóti at loyva børnunum at sleppa aftur til Noregs, men Framburðsflokkurin ger ikki neyðsemjur við fólk, sum hava havt samband við yvirgangsfelagsskapir.

Tað fekk bikarið at renna yvir, sigur Siv Jensen. 

Framburðsflokkurin hevur verið stjórnarflokkar í tilsamans seks ár. 

Siv Jensen sigur, at hóast Framburðsflokkurin tekur seg úr stjórnini, vísir hann framvegis á Ernu Solberg sum forsætisráðharra. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Týsdag 7. mai
Góðan morgun Føroyar
174745
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537