Kinesiski forsetin á rundferð í Evropa

Kinesiski forsetin á rundferð í Evropa
Fyrsti steðgurin er í Fraklandi, har Xi Jinping hevur hitt Emmanuel Macron, forseta
Franski forsetin Emmanuel Macron og kinesiski starvsbróður hansara, Xi Jinping, sum er á rundferð í Evropa í løtuni.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
07.05.2024 - 08:46

Kina og Frakland vilja saman loysa trupulleikarnar í sambandi við kjarnorkuætlanirnar hjá Iran.

Í fráboðan stendur, at forsetarnir Emmanuel Macron og Xi Jinping hava skyldu at loysa spurningin um iransku kjarnorkuætlanirnar við politiskum amboðum.

Fráboðanin er prentað í almennum kinesiskum miðlum í dag.

Ríkisleiðararnir mæltu eisini til fremja ætlanina um tvíríkjaloysn fyri Ísrael og Palestina og fordøma ísraelska búsetingarpolitikkin á Vestara áarbakka.

Xi Jinping er á rundferð í Evropa, og vitjar nú í Fraklandi í tveir dagar. 

Fyri kinesiska forsetan eru handilsspurningar og kríggið í Ukraina høvuðsevnið á rundferðini, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342