Ætla at byggja hotell í Klaksvík

Ætla at byggja hotell í Klaksvík
Ein varislig meting sigur, at eitt hotell við 80 kømrum fer at kosta 100 milliónir kr.
 
21.01.2020 - 13:05

Ætlanin er at byggja hotell í Klaksvík, men eingin avgerð er tikin enn.

Ein teirra, sum fæst við fyrireikingarnar, sigur við Útvarpið, at ætlanin er at byggja í miðbýnum, á útfyllingini í sjónum.

Arbeitt verður við einari ætlan, sum sigur 80 kømur fyri 110 mió. kr., sum er ein varislig meting.

Fyritøkur í Klaksvík og har norðuri í Eysturoynni eru spurdar, um tær vilja vera við. Nakrar hava játtað.

Í miðbýarætlanini fyri Klaksvík, sum varð gjørd í 2015, er eitt hotell.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454