Útlendingar skulu duga føroyskt

Útlendingar skulu duga føroyskt
Útlendingar, sum vilja hava varandi uppihaldsloyvi í Føroyum, skulu duga føroyskt. Frálæran í føroyskum skal styrkjast
 
21.01.2020 - 08:42

Tað fer at standa í integratiónslógini, sum landsstýrið er í ferð við at gera. Tað segði Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, í gjár, tá Útlendingastovan tók integratiónsportalin í nýtslu.

Hann segði, at hetta at duga føroyskt er í flestu førum ein fyritreyt fyri, at útlendingar kunnu uppihalda sær sjálvum og vera við í samfelagnum á jøvnum føti við onnur.

Frálæran í føroyskum styrkjast

Men ein treyt er eisini ein rættur, segði Helgi Abrahamsen. Hann segði, at útlendingar, sum flyta til Føroya at búgva, hava rætt til góða undirvísing í føroyskum.

Tí verður frálæran í føroyskum styrkt. Síðan 2012 hava í miðal 46 útlendingar fingið varandi uppihaldsloyvi um árið. Flestu loyvini vórðu latin í 2017, tá vóru tey 71.

Í 2016 vórðu bara níggju loyvi latin, tí tað árið var málsviðgerðartíðin munandi longri enn vanligt. Hetta eru fólk, sum hava annan ríkisborgararætt enn norðurlendskan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065