Lóg í Føroyum kann bróta mannarættindi

Lóg í Føroyum kann bróta mannarættindi
Danskir myndugleikar hava gjørt føroyskar myndugleikar varugar við málið, og lógin verður nú broytt
Løgtingið fer í næstum at viðgera eina lógarbroyting, sum skal galda fyri útlendingar í Føroyum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.01.2020 - 08:53

Ein donsk lóg um útlendingar, sum er galdandi í Føroyum, kann vera brot á Evropeiska mannarættindasáttmálan.

Hetta gjørdi Udlændinge- og integrationsministeriet Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum vart við í fjør summar.

Og lógin verður nú broytt.

Talan er um lógina frá 2008 um "udlændinges adgang til opholdstilladelse med henblik på visse former for beskæftigelse."

Skulu fáa somu viðgerð

Lógin skal broytast, so útlendingar, sum hava uppihaldsloyvi í Føroyum sum flóttafólk, og útlendingar, sum hava uppihaldsloyvi av humaniterum ávum, familjusameining til dømis, fáa somu viðgerð eftir ásetingini um arbeiðsmarknaðartilknýti.  

Ikki er tó funnið nakað dømi um, at útlendingar hava fingið noktað uppihaldsloyvi, har ólógligur mismunur kann vera gjørdur.

Endamálið við lógarbroytingini er at geva útlendingum, sum eru í Føroyum av humaniterum orsøkum, og flóttafólkum somu treytir viðvíkjandi uppihaldsloyvi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334