Eiga at raðfesta skúlabókasøvnini

Eiga at raðfesta skúlabókasøvnini
Eingin skúlabókavørður er útbúgvin seinastu 15 árini, og nú má útbúgvingin setast á dagsskránna, heldur formaðurin í Lærarafelagnum
Jacob Eli S. Olsen er formaur í Lærarafelagnum
 
03.02.2020 - 11:13

Skúlabókasøvnini mugu fáa hægri raðfesting, so fólkaskúlanæmingar í Føroyum fáa betri lesivanar og mennast meira.

Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag, í samrøðu við Skúlablaðið.

- Fáa vit útbúgvið fleiri skúlabókavørðir og raðfest skúlabókasøvnini hægri, so rokni eg við, at hetta fer at síggjast aftur í betri lesivanum, og at vit fáa fleiri dugnaligar næmingar.

- Fara næmingar at lesa meiri, serliga teir sera dugnaligu, so mennast teir fakliga, og tað fer at gera, at vit fara at hava næmingar, sum standa seg sera væl, sigur Jacob Eli S. Olsen.

Eingin útbúgvin í 15 ár

Tað eru 15 ár síðani, at skúlabókavørðir seinast vórðu útbúnir, og fleiri skúlar mangla útbúnar skúlabókavørðir. Nú má útbúgvingin setast á dagsskránna, heldur formaðurin í Føroya Lærarafelag.

Eitt er skúlabókavarðaútbúgvingin, sum leingi hevur ligið á láni, annað er at gera umstøðurnar at hava góð og kveikjandi skúlabókasøvn betri. Tímarnir, sum skúlabókasøvnini fáa, eru alt ov fáir, um líkindi skulu vera fyri, at tey eru námsfrøðiligir kveikingardeplar, heldur formaðurin.

- Ásetingin til skúlabókasøvnini er ein minimunáseting; tað hevur verið frammi til hvørja samráðing at broyta hana, men vit eru tíverri ikki komin á mál, sigur Jacob Eli S. Olsen við Skúlablaðið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065