Politilógin verður broytt

Politilógin verður broytt
Yvirskipaða endamálið við lógaruppskotinum er at fáa nýggja og tíðarhóskandi lóggávu um virksemið hjá politinum í Føroyum, sigur løgmaður
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur borið løgtinginum uppskot um broytingar í politilógini
 
19.02.2020 - 09:31

Lógin um politiið í Føroyum skal broytast. Eitt ríkislógartilmæli um tað er borið løgtinginum.

Tað varð samtykt á landsstýrisfundi í gjár.

Rættartrygdin hjá vanliga føroyinginum verður styrkt, tá nýggja politilógin fyri Føroyar kemur í gildi, sigur Bárður Nielsen, løgmaður.

Hann sigur, at í nýggju lógini er greitt ásett, hvørji stig politiið kann taka fyri at tryggja, at skil og rættlag valdar. 

Piparsproyt ella pistól

Grundleggjandi meginreglur eru í lógaruppskotinum, sum politiið skal halda, tá neyðugt er at brúka hund, piparsproyt ella pistól.

Yvirskipaða endamálið við lógaruppskotinum er at fáa nýggja og tíðarhóskandi lóggávu um virksemið hjá politinum í Føroyum. 

Við lógini fær politiið í Føroyum eisini greiðari grundarlag at virka á, sigur løgmaður.

Nýggja politilógin er donsk lóg, sum er lagað til føroysk viðurskifti við nøkrum smærri broytingum.

Eitt annað ríkistilmæli, sum er farið í løgtingið, er uppskot um at seta í gildi í Føroyum lógina um PET, fregnartænastuna hjá politinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328