95 skaðar í gjár - fleiri í morgun

95 skaðar í gjár - fleiri í morgun
Illveðrið er ikki hæsað av enn, og løgreglan sigur, at tey hava fingið fleiri fráboðanir í morgun um stormskaðar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.03.2020 - 11:30

Frá tíðliga á morgni í gjár til á midnátt ringdu 95 fólk til løgregluna eftir hjálp í sambandi við stormskaðar. Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at tað eru ikki øll, sum ringja til løgregluna, tí fleiri venda sær beinleiðis til sløkki- og bjargingarlið í økinum, har tey búgva. 

Men tær fráboðanir, sum komu inn til løgregluna, siga eina søgu um, at illveðrið var ringast í Klaksvík, har flest skaðar vóru fráboðaðir, á Strondum, í Vágum og í Tórshavn. 

Eisini í morgun eru fleiri skaðar fráboðaðir. Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at fleiri tekjur og klædningar hava fingið skaða í morgun, og umleið átta fráboðanir í alt hava verið fyrrapartin. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815