Laksalús: Støðan batnað, men ikki nóg góð

Laksalús: Støðan batnað, men ikki nóg góð
Færri lýs eru nú, og minni heilivágur verður brúktur
Færri laksalýs eru nú, og minni heilivágur verður brúktur
 
02.03.2020 - 09:29

Støðan er batnað viðvíkjandi laksalús. Men hon er ikki nóg góð.

Tað segði landsstýrismaðurin í alimálum, Helgi Abrahamsen, tá hann setti aliráðstevnuna fríggjadagin.

Hann segði, at færri laksalýs eru nú, og minni heilivágur verður brúktur. 

Men støðan er ikki nóg góð, segði hann eisini, hóast lúsakunngerðin varð herd 1.august í fjør.

Helgi Abrahamsen ásannaði, at myndugleikarnir seta krøv, sum eru bæði dýr og torfør at halda. Men sum frá líður lønar tað seg at halda krøvini, segði hann.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851