Ísrael: Likud sigur seg hava vunnið valið

Ísrael: Likud sigur seg hava vunnið valið
Við 36 ella 37 limum í tjóðartinginum, er tætt við, at Benjamin Netanyahu kann halda fram sum forsætisráðharri
Benjamin Netanyahu væntar at halda fram sum forsætisráðharri
 
03.03.2020 - 08:53

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Nethanyahu, sigur seg hava vunnið tjóðartingsvalið í Ísrael í gjár.

Fleiri kanningar, sum vórðu gjørdar, eftir at valhølini lótu aftur, vístu, at Likud-flokkurin fær 37 sessir í tjóðartinginum.

Við 36 ella 37 limumí tjóðartinginum, er Netanyahu tætt við at hava meiriluta at skipa eina konservativa stjórn, tí hann hevur undirtøku frá 60 av teimum 120 limunum í Knesset.

Hann sigur seg hava tosað við formenninar í øðrum konservativum flokkum, og teir eru samdir við hann um at skipa eina stjórn sum skjótast, sigur Netanyahu.

Valið í gjár var tað triðja í eitt ár, og fær Likud-flokkurin ikki skipað stjórn, er vandi fyri at val aftur verður útskrivað, skrivar Ritzau.

Benjamin Netanyahu er skuldsettur fyri svik, og skal í rættin seinni í hesum mánaðinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952