Danskir myndugleikar ikki stundir at geva innlit

Danskir myndugleikar ikki stundir at geva innlit
Útvarpið hevur fleiri ferðir biðið um innlit í danskar fundarfrágreiðingar frá fullveldissamráðingunum
Fullveldissamráðingarnar vóru í 2000
 
04.03.2020 - 09:18

Tey hava so nógv at gera í Forsætismálaráðnum í Danmark, at tey hava ikki stundir at viðgera eina umsokn um innlit frá Útvarpinum. 

Nú er ein mánaður síðani, at Útvarpið søkti um innlit í donsku fundarfrágreiðingar frá samráðingunum við Føroyar um fullveldi í 2000.

Útvarpið spurdi Forsætismálaráðið um tað tann 4.februar, men svar er ikki komið haðani enn, annað enn, at tey hava so nógv at gera, at tey eru ikki liðug at viðgera innlitsumbønina.

Sama svar kom 13. og 26.februar.

Ikki er greitt, um Forsætismálaráðið letur onnur sleppa at lesa fundarfrágreiðingar frá samráðingunum í 2000.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, almannakunngjørdi føroysku fundarfrágreiðingarnar síðst í januar.

Tær eru fýra í tali, tí fýra fundir voru.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494
Hósdag 23. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
207493
Hósdag 23. apríl
Sært tú fuglin? III 2:4
207489