Lættari at fáa innlit í føroysk mál

Lættari at fáa innlit í føroysk mál
Løgmaður hevur borið løgtinginum ríkislógartilmæli
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
 
04.03.2020 - 09:14

Skjótt verður lættari at fáa innlit í føroysk mál hjá ríkismyndugleikunum í Føroyum.

Tað er í øllum førum ætlanin við ríkislógartilmælinum, sum skal gera fyrisitingarlógina hjá ríkismyndugleikunum í Føroyum meira tíðarhóskandi.  

Løgmaður, sum hevur latið løgtinginum ríkislógartilmælið, sigur, at millum annað reglan um meirinnlit kemur í lógina.

Talgilt samskifti

Reglur kunnu gerast um, at samskifti við ríkismyndugleikar kann vera talgilt. Og ásett verður, at skjøl frá einum myndugleika í avgerðarmálum skulu hava eina undirskrift, sum tryggjar eintýdda eyðmerking av tí, sum sendir skjalið.

Innlit í revsimál kemur í nýggju lógini um rættargang, sum kemur í gildi 1.januar næsta ár.   

Galdandi fyristingarlóg fyri ríkismyndugleikar í Føroyum er frá 1994. Hon er broytt einaferð. Tað var í 1999.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558