Coronavirus kann "liva" á yvirflatum í fimm dagar

bannari
Coronavirus kann "liva" á yvirflatum í fimm dagar
Coronavirus kann liva leingi á eitt nú hondtøkum, sambært nýggjari ritgerð
Um tú tekur í til dømis eitt hondtak kanst tú í ringasta føri verða smittað av virusinum, uttan at hava verið í samband við onnur fólk, sambært nýggjari ritgerð
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.03.2020 - 10:48

Ein nýggj týsk ritgerð vísir, at coronavirusið kann yvirliva á yvirflatum í upp til fimm dagar.

Nýggju upplýsingarnar í ritgerðini, sum týskir granskarar við lærda háskúlan í Greifswald hava gjørt, er grundað á kanningar av øðrum coronavirusum, men kann flytast yvir til COVID-19 virusið, sum nú gongur í meginpartinum av heiminum.

Virusið "betri útgjørt" enn nógv onnur virus

Ritgerðin vísir millum annað, at coronavirus kann yvirliva á yvirflatum í upp til fimm dagar. Tað merkir, at um tú tekur í til dømis eitt hondtak kanst tú í ringasta føri verða smittað av virusinum, uttan at hava verið í samband við onnur fólk.

Hetta virusið er betri útgjørt enn nógv onnur virus, og kann yvirliva longri uttan fyri kroppin, sigur svenski professarin, Niklas Arnberg, við Aftonbladet.

Rebecca Cox, professari við kliniska instituttið á lærda háskúlanum í Bergen, sigur, at coronavirusið smittar so illa, tí eingin hevur immunitet móti virusinum.

Undirstrikar týdningin av góðum hondreinføri

Eingin koppseting er og eingin viðgerð. Tí hevur gott hondreinføri so stóran týdning, og at tey, sum gerast sjúk, verða avbyrgd, sigur Cox við norska TV2.

Coronavirusið smittar frá fólki til fólk. Sambært Cox er njósing og hosti effektivur máti at breiða út smittuna.

Professari á influensamiðstøðini á sjúkrahúsinum í Haukeland, Kristin Greve Isdahl Mohn, sigur við norska TV2, at týska ritgerðin vísir, at virusið livir í fleiri dagar á yvirflatum, men tað er treytað av, at tú ikki vaskar, og tað gera vit øll aktivt nú, sigur hon við norska TV2.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659