Uppskot um at banna einnýtisplast

Uppskot um at banna einnýtisplast
Einnýtisplast, sum til dømis súgvirør, vattpinnar, lok og borðbúnaður, eigur at verða bannað, heldur tingkvinna
Einnýtisplast, sum til dømis borðbúnaður, eigur at bannast, heldur løgtingskvinna
 
09.03.2020 - 08:32

Tað heldur í øllum førum Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, sum hevur lagt uppskot fyri løgtingið um júst hetta. Uppskotið verður viðgjørt, tá Rættarnevndin hevur fund nú klokkan 10. 

Í viðmerkingunum til uppskotið skrivar Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna, at milliónir av tonsi av plasti hvør ár enda í havinum.

Plastburturkastið, sum endar í náttúruni, er til stóran skaða fyri umhvørvi, djór og menniskju, og at tað tekur náttúruini fleiri hundrað ár at bróta niður plast.

Í tráð við burðardyggar samfelagsætlanir

Forsøgnirnar vísa, at um okkurt ikki verður gjørt fyri at steðga hesum, so verður nøgdin nøgdin av plasti í havinum størri enn nøgdin av fiski í 2050.

– Hetta er ein stórur trupulleiki fyri eina fiskivinnutjóð sum Føroyar, heldur Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin.

Hon heldur, at tað er upplagt at banna einnýtisplasti, tí tað er í tráð við ætlanina um eitt burðardyggari samfelag, sum øll tykjast vera samd um politiskt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392