- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grøn orka: Ampagjaldið er størsti trupulleikin

Størsti trupulleikin í dag fyri at sleppa víðari við grønu orkuútbyggingini, er tað sonevnda ampagjaldið, sum er strikað.
Tað segði Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV, í Breddanum fyrrapartin.
Tað kostar SEV og vanliga brúkaranum nógvan pening, um fleiri vindmyllur ikki verða settar upp, og SEV tí noyðist at halda fram at brúka olju, sigur Terji Nielsen.
Sigurð í Jákupsstovu, stjóri a Umhvørvisstovun, sigur, at tað er átrokandi at fáa greiði á, hvat eigarar skulu fáa afturfyri at lata lendi til vindmyllur.
Eyðdis Hartmann Niclasen.
Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, sigur, at higartil er rindað ov nógv í ampagjaldi.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Allur Breddin kann hoyrast her.

























