Viðgera nú flúgvingina hjá Atlantsflogi

bannari
Viðgera nú flúgvingina hjá Atlantsflogi
Fundur er millum leiðsluna í flogfelagnum og Fíggjarmálaráðið, hvussu verður við teimum, sum hava ferðaseðil úr Danmark
 
13.03.2020 - 11:57

Flogfarið, sum skuldi fara úr Vágum til París, klokkan 12:30, er avlýst. Samstundis er heimferðin úr París til Vágar í kvøld eisini avlýst.

Tað stendur á heimasíðuni hjá Atlantic Airways. Annars tykist flogferðslan til og úr Danmark enn at ganga, sum vant.

Leiðslan í Atlantic Airways fór fyrrapartin á fund við Fíggjarmálaráðið at taka støðu til, hvat skal henda við ferðafólkunum úr Danmark, sum hava pláss umborð á Atlantsflogi í dag.

Fundast um flogferðsluna úr Danmark

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, sigur í stuttari viðmerking, at tey framvegis fundast við myndugleikarnar um, hvussu tey skulu tolka støðuna, eftir at myndugleikarnir í gjárkvøldið settu Danmark á reyðalista.

Eitt flogfar hjá Atlantic Airways fór í morgun úr Vágum til Keypmannahavnar.

Eitt flogfar hjá SAS úr Kastrup Floghavn skuldi væntandi lenda í Vágum nú klokkan 12:20, og um tvey tíðina lendir eitt flogfar hjá Atlantic Airways úr Kastrup. Í kvøld væntast eitt flogfar úr Keypmannahavn.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391