Hjálparpakkin virkað eina viku

bannari
Hjálparpakkin virkað eina viku
Lógirnar komu longu í gildi hósdagin i farnu viku
 
19.03.2020 - 08:00

Hjálparpakkin hjá landsstýrinum hevur longu virkað í eina viku, hóast hann ikki varð samtyktur og lýstur fyrr enn í gjár. 

Tí sambært teimum trimum lógunum komu tær í gildi hósdagin í farnu viku, tá løgmaður boðaði frá herdum tiltøkum fyri at basa koronasmittuni.

Fólk á privata arbeiðsmarknaðinum, sum verða send til hús, fáa 20.000 kr. frá Arbeiðsloysisskipanini, um tey einki arbeiði hava.

Missa tey ein fjórðing av arbeiðinum til dømis, fáa tey 5.000 kr. um mánaðin frá ALS.

Tað sama er galdandi fyri sjálvstøðugt vinnurekandi, sum hava ella fáa sær trygging.

Dagpengar í sóttarhaldi

Dagpengalógin umfatar eisini løntakarar og sjálvstøðugt vinnurekandi, sum eru í sóttarhaldi.

Tey, sum kunnu arbeiða heima, fáa tó ongar dagpengar.

Privatir arbeiðsgevarar, sum gjalda løn undir sjúku, fáa eisini dagpengar. 

Landskassin rindar nú fyri fyrsta og annan fráverudagin hjá teimum, sum ikki arbeiða fyri sjúku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028