Føroyingar í Noreg missa inntøku

bannari
Føroyingar í Noreg missa inntøku
Føroyingar, sum fáa sína løn útgoldna í norskum krónum, missa inntøku av kursfalli
 
22.03.2020 - 15:12

Fleiri hundrað føroyingar, sum arbeiða fyri norskar arbeiðsgevarar, eru hart raktir av lækkandi virðinum á norsku krónuni.

Tað skrivar VP.FO.

Hesir fáa lønina útgoldna í norskum krónum, og virðið á norsku krónuni er fallið nógv í seinastuni, serliga tí at oljuprísurin er fallin so nógv.

Í løtuni er virðið á eini norskari krónu nærum helvtina minni enn á eini danskari.

 - Vit meta, at einir 300 av okkara 600 limum eru raktir av hesum. Hartil koma einir 150-200 føroyskir fiskimenn, sum ikki eru limir hjá okkum, meti eg, sigur Dánjal Jákup Meinertsson, formaður í Antares, felagnum hjá føroyingum sum starvast uttanlands, við VP.

Norska krónan hevur leingi verið minni verd enn hin danska. 100 norskar krónur hava kostað umleið 75 danskar, men virðið er fallið nógv seinastu vikurnar, og nú fáast bert 57 danskar krónur fyri 100 norskar.

Tí hava hesir føroyingarnir, sum fáa sína løn útgoldna í norskum krónum, mist umleið ein triðing av síni inntøku, skrivar VP.FO

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751