180 milliónir krónur til danskar miðlar

180 milliónir krónur til danskar miðlar
Danska stjórnin hevur sett 180 milliónir krónur av til at hjálpa donsku miðlunum, sum eisini líða undir koronakreppuni, skrivar danska kringvarpið
Danska stjórnin hevur sett 180 milliónir krónur av til at hjálpa donsku miðlunum, sum eisini líða undir koronakreppuni, skrivar DR
 
01.04.2020 - 14:08

Joy Mogensen, mentamálaráðharri, hevur kallað inn til samráðingar seinnapartin, og málið er at semjast um ein hjálparpakka til donsku miðlarnar. 

Hon sigur, at stjórnin er til reiðar at hjálpa miðlunum, og at tað fer at kosta umleið 180 milliónir krónir. 

 - Miðlarnir kunnu fáa mistu lýsingarinntøkurnar endurgoldnar. Privatu miðlarnir hava nógv at siga fyri okkara fólkaræði, og tað er vandi fyri, at tað viknar, um hesir fara fyri skeyti, sigur Joy Mogensen.

Miðlapakkin hevur tvey stig. Fyrsta stig rindar 60 prosent av mistum lýsingarinntøkum aftur, og annað stig endurrindar 80 prosent.

Um miðilin hevur mist millum 30 og 50 prosent av lýsingarinntøkunum, fær hann 60 prosent av mistu inntøkunum aftur, men hevur hann mist meir enn helvtina av lýsingarinntøkunum, fær hann 80 prosent endurrindað. 

Fleiri danskir miðlar hava mist inntøku, tí fyritøkur ikki lýsa sum vant. Starvsfólk á Berlingske og Altinget, eru uppsøgd, og 152 ára gamla avísin, Helsingør Dagblad, er um at fara á húsagang, skrivar DR.DK.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329