Labour nýggjan formann

Labour nýggjan formann
Keir Starmer er valdur sum nýggjur formaður í bretska Labourflokkinum
Kelda: Labour
 
04.04.2020 - 14:59

Bretski Labourflokkurin hevur fingið nýggjan formann. Talan er um 57 ára gamla advokatin, Keir Starmer. 

Undanfarni formaðurin Jeremy Corbyn, kunngjørdi eftir ósigurin á bretska valinum í desember í fjør, at hann fór at leggja frá sær sum formaður fyri Labourflokkin. Nú er so greitt at tað er Keir Starmer, sum er nýggjur formaður í flokkinum. Hann fekk 56,2% av atkvøðunum.

Keir Starmer segði í dag við bretsku tíðindastovuna BBC, at hann fer á fund við bretska forsætisráðharran, Boris Johnson, í næstu viku. Teir skulu á fundinum kjakast um koronakreppuna, og hvussu Bretland sum frægast kann koma burturúr kreppuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391