Koronaráðgevingin virkin

bannari
Koronaráðgevingin virkin
Nýggja ráðgevingin, ið skal hjálpa arbeiðsplássum og felagsskapum, at skipa arbeiðið, er nú byrjað
 
14.04.2020 - 09:52

Nýggja koronaráðgevingin við fakfólki frá millum annað Arbeiðs- og brunaeftirlitinum og deildini fyri Arbeiðs- og almannaheilsu er nú virkin, skrivar Arbeiðs- og brunaeftirlitið.

Nýggja ráðgevingin skal hjálpa almennum stovnum, fyritøkum, felagsskapum og øðrum við at skipa arbeiðið á bestan hátt, samstundis sum smittuútbreiðsla verður tálmað í mest møguligan mun. 

Samband kann fáast við koronaráðgevingina á teldupostinum corona@arb.fo, og á koronalinjuni, 304040.

Koronalinjan svarar nú bara gerandisdagar frá 10 til 15, og svarar ikki um vikuskiftið. Orsøkin er, at færri ringja nú, enn tá koronalinjan byrjaði, skrivar corona.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221