USA: Snarkanna eina millión fólk um mánaðin

bannari
USA: Snarkanna eina millión fólk um mánaðin
USA hevur ment ein nýggjan kanningarhátt, ið gevur skjótt svar, so fleiri fólk kunnu kannast fyri COVID-19
Myndugleikarnir í USA ætla nú, at fólk sjálvi skulu kanna seg fyri COVID-19, so heilsuverkið, sum her í Virginia Beach, sleppur undan ov stórum arbeiðstrýsti
Mynd: AP  
 
18.04.2020 - 11:33

Málið er, at kanna eina millión fólk um mánaðin, og á tann hátt lata amerikanska samfelagið upp líðandi. Tað fortaldi Deborah Birx, ið stendur fyri koronatoyminum hjá Donald Trump á einum tíðindafundi í nátt okkara tíð.

– Vit samstarva við stakríkini, soleiðis at vit kunnu kanna útivið eina millión fólk um mánaðin, sigur hon sambært tíðindastovuni hjá AP, skrivar Ritzau.

Fríggjadagin góðkendi ráðið fyri matvørur og heilivág - FDA - ein nýggjan kanningarhátt, sum eftir 45 minuttum kann vísa, um eitt fólk er smittað við COVID-19 ella ikki.

Klárt í næstu viku

Samstundis upplýsti framleiðarin, Cepheid, at nýggi kanningarhátturin væntandi verður klárur at seta í verk einaferð í næstu viku.

Kanningarhátturin kann lætta um arbeiðstrýstið hjá heilsuverkinum í USA, ljóðar í einum tíðindaskrivi frá Cepheid, sambært sjónvarpsstøðini, CNN.

Sambært amerikansku myndugleikunum kunnu fólk sjálvi kanna seg við at pota seg við einum vattpinni í nøsini við nýggja kanningarháttinum.

Leggur trýst á kanningarstovur

Sostatt nýtast starvsfólk í heilsuverkinum ikki at gera sjálva kanningina, men tað kann gerast trupult, at fáa úrslitini útgreinað á kanningarstovum.

Á tíðindafundinum í nátt okkara tíð, upplýsti Donald Trump, at 5,5 milliónir eindir av nýggju snarkanningunum skulu býtast út til stakríkini næstu vikurnar.

Nú eru fleiri enn 37.000 fólk í USA deyð av COVID-19, og 700.000 fólk hava fingið staðfest smittuna í USA, sambært tølum hjá John Hopkins-universitetinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Mikudag 30. september
Heilsuhornið
214029
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906