Revsilógarmálini fækkað meir enn eina helvt

Revsilógarmálini fækkað meir enn eina helvt
Okkurt bendir á, føroyingar skikka sær munandi betur enn fyrr
Revsilógarmálini eru seinastu 12 árini fækkað við meira enn einari helvt
 
21.04.2020 - 16:07

Antin skikka fólk sær betur nú, ella verða færri brotsverk fráboðað. Revsilógarmálini eru fækkað meir enn eina helvt seinastu 12 árini, úr 1.100 í 2007 til eini 500 í fjør. 

Minkingin er stór á flestu økjum, uttan viðvíkjandi siðamisbrotum, sum eru vorðin nøkur fleiri. Hetta vísa yvirlit um virksemið hjá løgregluni

Serliga eru málini um herverk færri nú. Tey plagdu at vera 400 um árið, men eru nú stívliga 100. Innbrot og stuldur eru eisini færri í yvirlitinum. Talið er farið úr 475 um árið niður í 150.

Fleiri siðamisbrot

Harðskapsmálini eru eisini færri, men ikki so nógv færri sum hini. Harðskapsmálini vóru 80 til 90 um árið fyrst í hesi øldini. Tey eru nú millum 70 og 80.

Men siðamisbrotini eru vorðin fleiri nú. Ein ábending um gongdina er, at tey vóru 21 í 2017 og 33 í 2019, skrivar Hagstovan, sum hevur kunngjørt tølini hjá løgregluni.

Eitt annað revsilógarøki við fáum fráboðanum er ónáðan og ærumeiðing, sum øll hesi 20 árini, sum farin eru av øldini, hevur ligið millum 30 og 60 mál árliga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751