Landsstýrið sleppur at læna 1,6 mia. kr.

Landsstýrið sleppur at læna 1,6 mia. kr.
Øll fíggjarnevndin tekur undir við uppskotinum
Fleiri atkvøðugreiðslur verða í tinginum í dag
 
04.05.2020 - 09:02

Løgtingið fer í dag at geva landsstýrinum loyvi til at læna 1,6 milliardir krónur.

Ein samd Fíggjarnevnd tekur undir við uppskotinum hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni.

Onnur viðgerð og atkvøðugreiðsla vera í dag.

Ikki semja um svartkjaftin 

Men semja er ikki um uppskotið hjá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, um góð 40.000 tons av svartkjafti.Tonsini vóru ætlað til royndir og nýskapandi verkætlanir.

Men landsstýrismaðurin ætlar at lata svartkjaftin sum felagskvota við hámarki.

Meirilutin í Vinnunevndini, umboðini hjá andstøðuni, vil lata helvtina av teimum stívliga 40.000 tonsunum til vinnuligar royndir.

Minnilutin í Vinnunevndini, umboðini hjá samgonguni, tekur undir við uppskotinum hjá landsstýrismanninum. Onnur viðgerð og atkvøðugreiðsla vera í tinginum í dag.

Tingfundurin í dag er kl.11.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025