Ekstrablaðið sendir eisini føroyskan fótbólt

Ekstrablaðið sendir eisini føroyskan fótbólt
Danski miðilin fer at senda beinleiðis frá bestu føroysku fótbóltsdeildini við monnum alt kappingarárið
 
07.05.2020 - 13:34

Fótbóltskreppan er avhæsað. 

Tað skrivar danski miðilin, Ekstrablaðið, sum hevur tryggjað sær rættin at senda beinleiðis frá føroysku landskappingini. 

 - Nógv leingjast illa eftir fótbólti, og við hesum fáa vit roynt, hvussu stórur longsulin veruliga er, sigur ítróttarstjórin hjá Ekstrablaðnum, Allan Olsen.

Tíggju danir spæla í bestu føroysku deildini í ár.

Ein dyst hvørt umfar

Ekstrablaðið sendir dystin millum NSÍ og TB leygardagin klokkan 15.00, og tað eru sokallaðu PLUS-viðskiftafólkini, sum hava atgongd til dystin.

Sagt verður frá á donskum. 

Ekstrablaðið fer at senda ein dyst hvørt umfar alt kappingarárið.

Televarpið hevur rættindini til at senda frá Betrideildini, og Norska TV2 hevur keypt rættin til 12 tey fyrstu umførini.




 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424