- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dátutrygd: Hesar tíggju appirnar verða kannaðar
Ímynda tær, at tín aldur, tín politiska áskoðan, enntá tín kynsliga orientering liggur til sølu onkrastaðni á netinum.
Tankin er ræðandi; men hann kann vera veruleiki; serliga um tú gongur við einari dating-appu í fartelefonini í lummanum.
Norska brúkararáðið hevur latið gjørt eina frágreiðing, sum kannar, hvussu hvat 10 væl umtóktar appur brúka persónsupplýsingarnar hjá sinum brúkarum til:
Appirnar, sum verða nýttar, er millum annað dating-appirnar Tinder og GrindR. Og serliga hendan síðstnevnda fer lættliga við persónsupplýsingunum.
Tað, sum verri er, er at GrindR ikki upplýsir í treytunum, at hon letur serliga eymar upplýsingar víðari til ein triðja part, sum kann brúka tað í síni marknaðarførslu.
Tinder letur eisini víðari - men ikki í sama mun - og ikki eins eymar upplýsingar.
Her er yvirlit yvir tær 10 appirnar:
Eitt samtykki skal lúka fimm treytir
Unn Augustudóttir Krákustein er løgfrøðingur og fulltrúi í Dátueftirlitinum, sum heldur eftirlit við, at okkara persónsupplýsingar verða viðgjørd í tráð við lógina.
Hon er ikki í íva um, at fleiri av appunumu í kanningini bróta lógina, sjálvt um brúkarin hevur givið sítt samtykki. Tí eitt samtykki er ikki bara eitt samtykki. Eitt samtykki skal lúka fimm treytir fyri at verða gyldugt.
Í síðstu bar norska kringvarpið, NRK, tey tíðindi, at persónupplýsingar hjá túsundtals norðmonnum eru bíliga til sølu. NRK keypti upplýsingarnar og kundi lættliga finna útav, hvar einstakir borgarar hava ferðast seinasta árið. Einki er til hindur fyri, at slíkt eisini kann henda í Føroyum, segði Torben Nielsen, kt-frøðingur við GMF fyrr í vikuni:
Mobil-upplýsingar til sølu: Kann henda í Føroyum