370 krabbameinstilburðir í fjør

370 krabbameinstilburðir í fjør
Hetta er nógv størsta talið higartil í Føroyum
Durita Tausen heldur fram sum forkvinna í Krabbameinsfelagnum, og Sonja Nielsen er næstforkvinna og kassameistari. Hini í nevndini eru Jóhan Poulsen, Magnus Magnussen og Olga Kristina Hansen, sum er nývald
 
25.05.2020 - 10:25

Í fjør var í miðal ein krabbameinstilburður um dagin í Føroyum.

370 tilburðir vóru í fjør, sigur Krabbameinsfelagið í ársfrágreiðingini fyri 2019. Hetta er nógv størsta talið higartil í Føroyum.

Árini frá 2009 til 2017 var talið millum 200 og 250, og fyri 2009 var tað millum 150 og 200 um árið.

Ph.D.-verkætlan

Í 2019 varð sjøtul settur á Ph.D.-verkætlan um krabbamein í Føroyum. 

Endamálið við henni er at lýsa krabbamein í Føroyum yvirskipað og í smálutum. Eitt nú at kanna sambandið millum krabbamein og aldur, bústað, sosialar umstøður, broytingar gjøgnum tíðina, og eru summar familjur serliga hart raktar? Eisini hevur barnakrabbi serligt fokus í hesi verkætlanini.

Durita heldur fram sum forkvinna

Krabbameinsfelagið hevði aðalfund herfyri.

Durita Tausen heldur fram sum forkvinna, og Sonja Nielsen er næstforkvinna og kassameistari.

Hini í nevndini eru Jóhan Poulsen, Magnus Magnussen og Olga Kristina Hansen, sum er nývald.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860