Manningarfeløg og reiðarar hittast í dag

Manningarfeløg og reiðarar hittast í dag
Verður eingin semja, tekur Semingsstovnurin við í morgin
Semingsmenninir kunnu leingja sáttmálan í eina viku
 
25.05.2020 - 10:07

Tey trý manningarfeløgini og Reiðarafelagið hittast seinnapartin.

Fæst ikki semja um nýggjar sáttmálar, tekur Semingsstovnurin við í morgin.

Seinnapartin mikudagin sendu manningarfeløgini og Reiðarafelagið boð eftir Semingsstovninum. Sáttmálaranir eru longdir til á midnátt í kvøld.

Semingsstovnurin kann síðani leingja teir í upp til eina viku. Sáttmálarnir fóru úr gildi 1.apríl, men eru longdir nakrar ferðir síðani tá.

Arbeiðsgevarar og arbeiðarafeløg

Føroya arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini samráðast eisini um nýggjar sáttmálar fyri teir, sum vardu til 1. mai.

Og eisini tey hava longt sáttmálarnar til á midnátt í kvøld.

Semingsstovnurin er ikki boðsendur í teimum samráðingunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391