Landsstýrið skal gera landbúnaðarpolitikk

Landsstýrið skal gera landbúnaðarpolitikk
Vinnunevndin hevur gjørt eitt broytingaruppskot, sum øll í nevndini eru samd um
Vinnunevndin sigur, at landbúnaðurin skal vera bæði ítøkiligur og realistiskur
 
28.05.2020 - 10:30

Løgtingið er samt um at biðja landsstýrið gera ein landbúnaðarpolitikk.

Tað byrjaði við einum uppskoti úr andstøðuni.

Høgni Hoydal og Bjørt Samuelsen í Tjóðveldi hava eitt uppskot til samtyktar um at seta greið mál fyri landbúnaðin í Føroyum.

Vinnunevndin hevur gjørt eitt broytingaruppskot, sum øll í nevndini eru samd um.

Ítøkiligur og realistiskur

Sambært tí skal løgtingið biðja landsstýrið um at gera ein landbúnaðarpolitikk, sum er ítøkiligur og realistiskur.

Dentur skal leggjast á at brúka bø og haga burðardygt og menna føroyskar landbúnaðarvørur.

Framleiðslukrøv skulu setast festarum og krøv skulu setast um útbúgving.

Landsstýrið skal, sambært løgtinginum, koma við einum lógaruppskoti, sum skal fremja settu málini fyri landbúnaðin komandi 10 árini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938