Ákærur reistar

Ákærur reistar
Ákæra er nú reist móti skiparanum á farmaskipinum, Mykines, og føraranum á einum glastrevjabáti fyri ein samanstoyt fyri skjótt trimum árum síðani
Skiparin á Mykinesi náttina 31. august í 2017 verður ákærdur fyri ikki at hava tryggjað sær, at neyðuga brúgvavaktin varð hildin ta náttina
 
05.06.2020 - 10:07

Ákæra er nú reist móti skiparanum á farmaskipinum, Mykines, og føraranum á glastrevjabátinum, Mars, í sambandi við samanstoytin í Skopunarfirði náttina 31. august í 2017.

Tað skrivar Sosialurin. Glastrevjabáturin við tveimum monnum umborð sakk og annar maðurin umborð kom ikki afturíaftur, hin varð bjargaður. Fýra vitni skulu avhoyrast, skrivar blaðið.

Neyðuga brúgvavaktin ikki hildin

Sambært innliti, sum Sosialurin hevur fingið, verður skiparin á Mykinesi ákærdur fyri, hesa náttina sum vakthavandi navigatørur á brúnni, ikki at hava tryggjað sær, at neyðuga brúgvavaktin allatíðina varð hildin. 

Skiparin hevði heldur ikki lagt ferðina nóg væl til rættis og tryggjað sær, at siglt varð sambært góðum sjómansskapi. Førarin á glastrevjabátinum, Mars, sum yvirlivdi, er eisini ákærdur. 

Sambært ákæruritinum, hevur hann ikki tryggjað sær, at neyðugt útkikk var, at øll neyðug útgerð var umborð og fyri ikki at hava siglt sambært góðum sjómansskapi, tí metta frástøðan til farmaskipið Mykines var skeiv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. mars
Eitt korter við kórtónleiki 10. mars 2026
205581
Fríggjadag 13. mars
Andglettur
205568
Fríggjadag 13. mars
Góðan morgun Føroyar
205563
Fríggjadag 13. mars
Morgunlestur fríggjadagur 13.mars 2026
205071
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. mars
Andgletturin - Sambandsflokkurin
205567
Fríggjadag 13. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205561
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491