Góðkennir ikki sáttmálan

Góðkennir ikki sáttmálan
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fer ikki at góðkenna sáttmálan, sum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið hava undirskrivað
 
05.06.2020 - 12:34

Fíggjarmálaráðið góðkennir ikki sáttmálan, sum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið skrivaðu undir mikudagin.

Nýggi sáttmálin, sum tey bæði feløgini undirskrivaðu fyrradagin, var galdandi fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2019 - 30. september 2021.

– Síðani Fíggjarmálaráðið gjørdi semju við Starvsmannafelagið síðst í januar 2020 er støðan í samfelagnum sum kunnugt sera nógv broytt og fylgjurnar av COVID19 eru m.a. at búskaparligan støðan hjá landskassanum er fullkomiliga broytt.

 >> SÍ EISINI Fíggjarmálaráðið vil strika lønarhækkan

– Harvið er grundarlagið undir at gera semjur á almenna arbeiðsmarknaðinum eisini heilt broytt, sigur Fíggjarmálaráðið millum annað í tíðindaskrivinum, sum er sent fjølmiðlunum

Fyrra árið fáa starvsfólk í lønarflokki 1-21 795 krónur omaná mánaðarlønina og starvsfólk í flokki 22-50 fáa 595 krónur omaná mánaðarlønina.

Seinna árið var talan um lønarlyft uppá 2,25 prosent. Men hetta góðkennir landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum ikki, sigur Fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi fyri lítlari løtu síðani.

Hoyr samrøðuna, útvarpið gjørdi við Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, í útvarpstíðindunum á døgurða, her.

1376359

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050