Skulu ikki sigla við tómum skipum

Skulu ikki sigla við tómum skipum
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni, um Hest-leiðina
Hasfjord kann sigla fólk og farm út í Hest, men tað krevur, at atløguviðurskiftini verða betrað
 
10.06.2020 - 09:16

Tað er umráðandi, at Strandferðslan ikki siglir við tómum skipum. 

Tað er svarið, sum Heðin Mortensen, løgtingsmaður, hevur fingið frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni.

Heðin Mortensen spurdi, hví túrarnir tilkalling klokkan sjey um morgunin, klokkan eitt korter til seks um kvøldið og leygardag klokkan fimm seinnapart eru tiknir úr ferðaætlanini hjá Strandfaraskipum landsins millum Gomlurætt og Hest. 

0,2 ferðafólk í miðal

Jørgen Niclasen svarar, at hann hevur fingið at vita frá Strandferðsluni, at ferðafólkatalið var 0,2 í miðal túrin hjá Spógvanum á morgni klokkan sjey, tá hann varð settur í fasta sigling.  

Um Hasfjord sigur landsstýrismaðurin, at Hasfjord kann flyta fólk og farm í Hest.

Men tað krevur, at Tórshavnar kommuna betrar atløguviðurskiftini í Hesti eitt sindur, so Hasfjord fær lagt at har. 

Hetta hevur Strandferðslan sagt við kommununa. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329