Farmatúrur í nátt seinkaði Sam

Farmatúrur í nátt seinkaði Sam
Sam ger túrar við tungum farmi nærum hvørja nátt
Sam sigldi ikki til Syðradals í morgun
 
18.06.2020 - 11:26

Tað vóru ikki tekniskir trupulleikar, sum gjørdu, at Sam ikki sigldi tveir teir fyrstu túrarnar í morgun.

Á heimasíðuni hjá Strandfaraskipum landsins stóð annars, at tekniskir trupulleikar vóru orsøkin.

Men Sam hevur ongar slíkar trupulleikar.

Orsøkin var, at Sam bleiv seinkaður á einum farmatúri í nátt.

Betongbilur

Sam sigldi við betongbilum til eitt arbeiði í sjónum vestan til á Streymonni.

Tað arbeiðið varð seinkað, og tí sigldi Sam ikki til Syðradals í morgun, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni.

Hann sigur, at Sam ger slíkar túrar við tungum farmi næstan hvørja nátt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327