Sær møguleikar í fleiri ølsløgum hjá Okkara

Sær møguleikar í fleiri ølsløgum hjá Okkara
Føroya Bjór ætlar ikki at gera stórar broytingar á bryggjarínum á Velbastað
Føroya Bjór hevur keypt Okkara
 
19.06.2020 - 13:18

Føroya Bjór hevur keypt bryggjaríið Okkara á Velbastað.

Við Norðlýsið í dag sigur Einar Waag, stjóri í Føroya Bjór, at tey fingu eitt tilboð, sum tey ikki kundu siga nei til.

Stórar broytingar verða tó ikki hjá Okkara, sigur Einar Waag, sum eisini sær møguleikar í fleiri av ølsløgunum hjá Okkara.

Keypsprísurin verður ikki upplýstur. Hann er eitt trúnaðarmál millum partarnar, sigur Einar Waag við Norðlýsið.

Gingið illa fíggjarliga
Okkara hevur bryggjað í tíggju ár, men illa hevur gingist fíggjarliga. Roknskapurin fyri 2019 er ikki almannakunngjørdur enn. 

Men í 2018 hevði felagið 600.000 kr. í halli, og eginognin var minus 2,8 mió. kr.

Í 2017 var hallið slakar 2,3 milliónir krónur.

Í nýggjastu ársfrásøgnini hjá Okkara, sum er frá 2018, ásannaði leiðslan í bryggjarínum, at hóast munandi framgongd í søluni í 2017, 2018 og 2019, so hevði felagið stórar avbjóðingar fyri framman, og at ein týðandi óvissa var tengd at framtíð felagsins.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815