Jákup Sverri seinkaður

Jákup Sverri seinkaður
Nýggja havrannsóknarskipið er seinkað, og enn er ikki greitt, nær skipið verður liðugt
Nýggja havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, hjá Havstovuni, er seinkað. Óvist er, hvussu leingi
 
26.06.2020 - 15:09

Ætlanin var, at skipið skuldi fara í vinnu í juni, men koronakreppan er orsøkin til, at skipið er seinkað, sigur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni.

Nýggjur skipari er settur umborð á nýggja havrannsóknarskipinum, Jákupi Sverra, men hann hevur ikki tikið við starvinum enn.

Sama manning

Samstundis verður arbeitt við at fáa greiðu á, hvussu skipið skal klassast, tí tað hevur týdning fyri tey, ið skulu manna skipið, og sáttmálarnar við avvarðandi feløg.

Tað eru viðurskifti, sum myndugleikarnir taka sær av, sigur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, ið skal reka nýggja havrannsóknarskipið.

Nakrir av teimum, sum hava mannað Magnus Heinason, fara frá fyri aldur, nú nýggja skipið er um at vera liðugt, annars er ætlanin at teir somu skulu fara umborð í Jákup Sverra.

Skuldi fara í vinnu í juni

Við skipinum vera 13 mans, tveir á brúnni, tveir í maskinuni, kokkur og átta dekkarar, fýra á hvørjari vakt. Tað er neyðugt fyri at arbeiða við troli.

Ætlanin var upprunaliga, at Jákup Sverri skuldi fara í vinnu í juni, men koronakreppan hevur havt við sær, at arbeiðið dregur út. Millum annað komu tól og útgerð seinni enn avtalað var, og umborð hevur verið arbeitt við færri á hvørjari vakt, fyri at halda almennu tilmælini.

Nú verður aftur arbeitt sum vant, men nakað er eftir at gera, so enn er ikki greitt, nær skipið verður liðugt, sigur Eilif Gaard. Tað verður seint í summar, ella í heyst, sigur hann.

Skipið kostar 276 milliónir

Magnus Heinason verður ikki lagdur alt fyri eitt tá Jákup Sverri fer í vinnu, tí ætlanin er, at skipini skulu trola á somu leið eitt skifti, so greiða fæst á, hvør munurin er á skipunum. Tað verður gjørt í einar tríggjar vikur, sigur stjórin.

Tá tann parturin er av, verður Magnus Heinason lagdur. Tað er landið sum eigur skipið, og tí er ikki greitt, hvat verður gjørt við hann, eftir at hann hevur verið havrannsóknarskip í umleið 40 ár.

Skrokkurin til Jákup Sverra er smíðaður á skipasmiðju í Litava, og skipið verður gjørt liðugt á skipasmiðjuni hjá MEST á Skála. Sáttmálaprísurin er 276 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. november
Upp á tá - 201126
216763
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Fríggjadag 20. november
LEITISSTEIN 20.11.2026 (Linda Andrews)
216750
Fríggjadag 20. november
Breddin: Leigubústaðir og skattafyrimunir
216730
Fríggjadag 20. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Nettupp
216723
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592