Summarfestivalurin avlýstur

Summarfestivalurin avlýstur
Festivalurin, sum savnar túsundtals fólk í Klaksvík hvørt ár, er avlýstur í summar
Summarfestivalurin, sum skuldi vera í august, verður ikki hildin í ár
 
29.06.2020 - 09:13

Summarfestivalurin, sum er stóra tónleikatiltakið í Klaksvík í august, er avlýstur og verður ikki hildin í ár. Orsøkin er koronusmittan.

Í tíðindaskrivi upplýsa fyriskipararnir, at teir fylgja tilmælunum frá myndugleikunum, sum siga, at eingi stór tiltøk skulu haldast fram til endan av august. 

Og tá útlit ikki eru fyri, at hesi tilmæli verða broytt, hevur Summarfestivalurin nú tikið endaliga støðu um at avlýsa festivalin í ár.

Royna at flyta høvuðsnøvnini

Fyriskipararnir upplýsa, at atgongumerki, sum eru keypt til Summar Festivalin í 2020, verða galdandi til festivalin í 2021. 

Arbeitt verður við at flyta høvuðsnøvnini í ár til festivalin næsta ár. Tað ber eisini til at fáa atgongumerki endurgoldin, skrivar heimasíðan hjá festivalinum, sf.fo.

G! Festivalurin í Gøtu boðaði herfyri frá, at tey avlýsa festivalin í ár. Men tónleikatiltakið Voxbotn í Havn er útsett til september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210