Jackie Charlton deyður

Jackie Charlton deyður
Fyrrverandi fótbóltsspælarin og -venjarin, Jackie Charlton, er deyður 85 ára gamal
 
11.07.2020 - 12:04

Jackie Charlton, sum var miðverji, spældi, eins og bróðurin Bobby, við enska landsliðnum, sum í 1966 vann heimsmeistaraheitið í fótbólti. 

Annars umboðaði Jackie Charlton Leeds øll árini sum fótbóltsspælari frá 1953 til 1973, áðrenn hann bleiv venjari í Middelsbrough sama árið, hann gavst sum leikari. 

Hann vandi eisini Sheffield Wednsday og Newcastle, áðrenn hann í bleiv venjari hjá írska landsliðnum í 1986, sum fyrstu vann sær luttøku í heimsmeistarakappingini í 1990, tá liðið spældi seg heilt í fjóðringsfinaluna.

Jackie Charlton vandi Írland fram til 1996, og í hesum tíðarskeiðinum syrgdi hann eisini fyri, at írska landsliðið vann sær luttøku í bæði EM í 1988 og HM í 1994. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328