ST: Ein av hvørjum 11 fær ikki nóg mikið at eta

bannari
ST: Ein av hvørjum 11 fær ikki nóg mikið at eta
Koronuvirusið kann verða orsøk til, at 132 milliónir fleiri fólk fara at hungra í ár, sigur Heimsheilsustovnurin
10. hvørt fólk í heiminum fer at líða hungur í 2030, heldur verandi gongdin fram, siga Sameindu Tjóðir
 
14.07.2020 - 16:26

Umleið 690 milliónir fólk í heiminum - tað, ið svarar til eitt av hvørjum 11 fólkum - fekk ikki nóg mikið at eta í 2019, skrivar tíðindastovan hjá Ritzau.

Tað kemur fram í nýggjari ársfrágreiðing, sum fimm stovnar undir Sameindum Tjóðum hava gjørt, her stovnarnir lýsa hungursstøðuna í heiminum.

Fleiri fara at hungra í Afrika

Talið er vaksið við 60 milliónum fólkum eftir bara fimm árum. Harumframt hevur koronukreppan síðsta hálva árið eisini lagt stein oman á byrði.

Heldur gongdin fram, verður tað ógjørligt at náa málinum um, at eingin skal hungra í 2030. Hinvegin fer 10. hvørt fólk, umleið 900 milliónir fólk, at hungra tá.

Í Afrika kann fjórða hvørt fólk fara at hungra um 10 ár. Í dag hungra 19 prosent av fólkunum í Afrika, ella tað, ið svarar til umleið fimta hvørt fólk í heimspartinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786