Apple vinnur søguligt skattamál

Apple vinnur søguligt skattamál
Margrethe Vestager, ES-kommiserur í kappingarmálum, hevur tapt málið um skattarokningina, sum ljóðaði uppá 97 milliardir krónur
 
15.07.2020 - 13:45

ES-dómstólurin hevur avgjørt, at tøknirisin, Apple, ikki skal rinda skattarokningina, sum er 13 milliardir evrur. Tað boðar dómstólurin frá í tíðindaskrivi.

Í 2016 kravdi Margrethe Vestager, ES-kommisserur í kappingarmálum, at Apple skuldi rinda upphæddina í revsiskatti og rentum fyri árini 2002 til 2013.

 >> SÍ EISINI Apple fær risa skattarokning

ES-nevndin segði, at limalondini ikki kunnu veita skattafyrimunir til útvald feløg. Apple boðaði beinanvegin frá, at málið skuldi roynast í rættinum.

– ES-nevndin hevur ikki løgfrøðiliga sæð kunnað víst á, at fyrimunur varð givin. Tí er tað eitt mistak, at hon sigur, at Apple hevur fingið serligar fíggjarligar fyrimunir, og sostatt fingið ríkisstuðul, stendur í fráboðan frá dómstólinum.

Dómurin kann kærast

Dómurin er frá lægsta rættarstigi í ES-dómstólinum og kann kærast upp á hægsta stig, skrivar tíðindastovan, Associated Press.

Írland hevur allatíðina sagt, at landið ikki vil hava skattapeningin, sum ES-nevndin hevur tillutað sær.

Í telduposti til Bloomberg skrivar írska fíggjarmálaráðið, at tey eru nøgd við dómin og vísa á, at Apple onga serviðgerð hevur fingið í málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Mikudag 30. september
Heilsuhornið
214029
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906